Fekk treytaðan dóm fyri skunkplantasjuna

Tvey av teimum ákærdu vóru fríkend í málinum um hassjplantasjurnar, sum var fyri í Føroya rætti herfyri.

Fríggjadagin fall dómur í málinum um hassjplantasjur, sum in.fo og Sosialurin skrivaðu um herfyri.

 

Ein maður var ákærdur fyri at hava dyrkað hassjplantur svarandi til minst 12 kilo av hassji. Hann játtaði seg sekan í at hava eina hassjplantasju í vesturbýnum í Havn, men noktaði seg sekan fyri at hava havt nakað við eina hassplantasju á Ternuryggi nøkur ár framman undan at gera. Hann var eisini ákærdur fyri fleiri ferðir at hava koyrt bil, hóast hann varð frádømdur koyrikortið, uttan møguleika at taka tað aftur.

 

Kona hansara var ákærd fyri tað sama, men noktaði, at hon visti nakað um málið. Ein triðji maður var eisini ákærdur í samband við plantasjuna á Ternuryggi.

 

Kravið frá ákæranum var, at 42 ára gamli maðurin varð dømdur fongsulsresving í 18 mánaðir fyri hassjplantasjurnar. Harumframt skuldi hann fáa 3 mánaðir fyri at koyra uttan koyrikort fyri 10. ferð, umframt eina bót á 1.500 krónur fyri at koyra ov skjótt í einum føri.

 

50 ára gamla kvinnan skuldi fáa fongsulsrevsing í eitt ár, meðan 34 ára gamli maðurin skuldi fáa ein treytaðan dóm, sambært ákæranum.

 

Verjarnir kravdu frídøming fyri 50 ára gomlu kvinnuna og 34 ára gamla mannin, meðan 42 ára gamli maðurin ikki átti at verið revsaður harðari enn eitt ár, umframt at partur av revsingini átti at verið treytað, søgdu verjarnir.

 

Dómarin í málinum hevur eisini lagt seg nærri verjunum.

 

Hon metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at hassjplantasjan á Ternuryggi hevði nakað við hesi fólkini at gera. Tí frídømdi hon øll trý fyri tað málið. Hon frídømdi eisini 50 ára gomlu kvinnuna fyri hina hassplantasjuna. Dómarin metti ikki, at tað var prógvað, at hon kendi nakað til virksemi hjá manninum.

 

42 ára gamli maðurin hevði tó játtað seg sekan í at hava hassjplantasjuna á loftinum í húsunum í vesturbýnum. Dómarin dømdi hann sekan og varð samdur við ákæranum, at partar av hassjinum vóru ætlaðir til víðari sølu. Við tað, at talan einans var um aðra plantasjuna, varð maðurin at enda dømdur fyri hassjplantur, sum svaraðu til 8,1 kilo av hassji.

 

Málið er tó gamalt. Seinna plantasjan varð funnin í 2013, og verjin helt, at hetta átti dómarin at tikið atlit til í dóminum. Og dómarin so gjørdi. 

 

Endaligi dómurin gjørdist eitt ára fongsulsrevsing til 42 ára gamla mannin. Níggju mánaðir gjørdust tó treytaðir, so maðurin skuldi inn at sita í tríggjar mánaðir. Við tað, at maðurin var varðhaldsfongslaður í seks vikur í samband við kanningararbeiði, og at hann hevði sitið fýra vikur í einakliva, metti dómarin, at teir tríggir mánaðirnir tí vóru fullførdir. Eftir standa tí einans teir níggju mánaðirnir av treytaðari fongsulsrevsing. Um maðurin einki revsivert ger, umframt at hann fer í viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu og fer undir eftirlit av Kriminalforsorgini, sleppur hann frá at sita dómin.

 

Harumframt skal maðurin rinda 1.500 krónur í bót fyri brot á ferðslulógina.