Lynndie England græt, tá hon fekk dómin, tí tey næstu trý árini skal hon sita í fongsli. Samstundis hevur hon fingið at vita, at hon sleppur ikki at arbeiða í amerikanska herinum aftur. Revsingin kundi verið harðari, tí eftir reglunum kundi hon fáa upp í níggju ára fongsul.
Lynndie England gjørdist kend, tá fjølmiðlarnir kunngjørdu myndir úr Abu Ghraib-fongslinum í Bagdad. Myndirnar, sum vórðu tiknar á heysti í 2003, vístu amerikanskar hermenn fara illa við irakskum fangum. Lynndie England var á fleiri myndum. Á einari mynd lá hon brosandi oman á fleiri naknum irakskum fangum, sum vóru laðaðir oman á hvør annan sum ein varði. Á einari aðrari mynd stóð hon við einum naknum irakskum fanga í tjóðri.
Myndirnar skakaðu heimin, og kravt varð, at tey seku blivu revsað. Amerikanska herleiðslan gjørdi av at draga fleiri hermenn og fangavørðar fyri hernaðardómstólar, og nakrir eru dømdir. Nú er Lynndie England ein.
Nógvir amerikanarar halda, at fleiri longri uppi í herleiðsluni og kanska verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, mundu vita, hvat fór fram í Abu Ghraib-fongslinum, men enn er eingin týðandi heryvirmaður ella politikari dømdur í málinum.










