Fekk tilboð um at venja danir

Íslendska hondbóltsstjørnan Ólafur Stefánsson váttar nú, at hann fekk tilboð um at taka við sum danskur landsliðsvenjari, tá Ulrik Wilbek gevst næsta ár, men at hann tók ikki av.

 

-Wilbek ringdi til mín og spurdi, um eg kundi umhugsa møguleikan at gerast venjari hjá danska manslandsliðnum. Eg svaraði, at eg var fein um heiðurin, men at eg ikki var sinnaður at taka av tilboðnum, sigur Ólafur Stefánsson við BT.

 

Ulrik Wilbek váttar fyri blaðnum, at hann tosaði við íslendska stjørnuspælaran. Hann leggur tó afturat, at hann kann ikki vera vissu fyri, at Ólafur hevði fingið starvið, tí onnur uppskot vóru upp á tal.

 

Ólafur Stefansson spælir í løtuni við einum felagi í Qatar. Tá kappingin har er liðug, skal hann til Íslands at venja mansliðið hjá Vali.