Fekk tilboð frá Týsklandi

Ulrik Wilbek kundi gerast týskur landsliðsvenjari, men hann velur politikk fram um hondbólt.

Týska manslandsliðið í hondbólti, sum er evropameistari, leitar eftir nýggjum landsliðsvenjara, eftir at íslendski venjari teirra, Dagur Sigurðsson, hevur sagt seg úr starvi og framyvir skal vera landsliðsvenjari hjá Japan.


Ein av teimum, sum týska hondbóltssambandið ógvuliga fegið vildi fingið sum venjara, er danski Ulrik Wilbek. Wilbek váttar, at hann hevur fingið tilboðið, men at hann hevur valt ikki at taka av.


- Eg eri errin av at fáa hetta tilboðið, og hetta er eitt av teimum mest spennandi størvunum sum finnast, men eg havi valt at siga nei takk av tveimum orsøkum, sigur Ulrik Wilbek við Ekstrablaðið.


- Fyri tað fyrsta – og tað mest umráðandi – so havi eg játtað meg at stilla upp sum borgarstjóravalevni fyri Venstre í Viborg. Hetta lyftið ætli eg mær ikki bróta, sigur hann.

 

- Í øðrum lagi segði eg longu í 2014 farvæl við venjarayrkið, og tað er endaligt, sigur hann víðari.


Tað verður nú hildið, at Leipzig-venjarin, Christian Prokop, og Stuttgart-venjarin, Markus Baur, eru bestu boðini upp á ein komandi týskan landsliðsvenjara.