Fekk svínakrím hóast fyribyrgjandi heilivág

Ein dani, sum fekk fyribyrgjandi heilivág ímóti influensuni H1N1, bleiv sjúkur kortini Danska heilsustýrið sigur, at persónurin fekk heilivágin Tamiflu, tí hann hevði verið í sambandi við ein smittaðan persón. Tað skuldi fyribyrgt, at viðkomandi bleiv sjúkur, men tað bleiv hann kortini. Persónurin fekk so annan heilivág og er nú frískur.

Heilsustýrið sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Tamiflu ikki hevur forðað H1N1-swmittu, og heimsheilsustovnurin WHO sigur, at tann danski tilburðurin kann vera eitt tekin um, at virusið er vorðið meiri mótstøðuført.

Statens Seruminstitut í Keypmannahavn sigur, at tað er als ikki óvanligt, at virus broytast og gerast meiri mótstøðufør. Stovnurin leggur dent á, at talan er ikki um nakra hóttan ímóti fólkaheilsuni sum heild.