Fekk stóran skaða í høvdið av harðskapi

Tveir mans vóru verið fyri harðskapi í Havn í nátt, har serliga tann eini varð illa viðfarin. Í hesum sambandi leitar løgreglan eisini eftir vitnum til harðskapin

Løgreglan í Havn hevur havt úr at gera í nátt, men serliga álvarsligt varð tað, tá ið klokkan var farin av fýra í nátt.

 

Tá ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at ein maður gekk í býnum, illa hagreiddur,  tí hann hevði verið fyri harðskapi.

 

Løgreglan kom uppí, og maðurin fór á Landssjúkrahúsið til viðgerar.

 

Løgreglan sigur, tað er greitt, at maðurin er illa sligin, og kanska sparkaður við, tí hann hevur fingið stórar skaðar í høvdið, eitt nú er nøsin brotin, umframt at hann hevur fingið aðrar skaðar.

 

Hann varð kortini útskrivaður aftur, men av tí, at skaðin var so umfatandi, hevur løgreglan ikki enn fingið avhoyrt hann nakað serligt.

 

Hinvegin veit løgreglan, hvør gerningsmaðurin er, men hann er ikki tikin enn.

 

- Tað verður sum dagurin líður, at vit fara eftir gerningsmanninum, sigur løgreglan og samstundis skal maðurin, sum var fyri harðskapinum, eisini avhoyrast.

 

Av tí, at ongar avhoyringar hava verið enn, veit løgreglan heldur ikki, hvar harðskapurin fór fram. Tey vita heldur ikki um nøkur vitni, so løgreglan sigur, at hevur nakar sæð harðskap av hesum slagnum í nátt, eru tey vælkomin at siga frá, so at greiða kann fáast á, hvat fór fram.

 

Eisini ein annar maður mátti á Landssjúkrahúsið til viðgerar eftir at hann var sligin, men heldur ikki í tí málinum er løgreglan komin nakran veg.

 

Avhoyringar í tí málinum vera eisini sum dagurin líður, men eisini í hesum føri hevur løgreglan navnið á gerningsmanninum.

 

Løgreglan sigur, at eftir tí tey vita higartil, hevur harðskapurin í báðum førum verið púra grundarleysur, men tey vóna, at avhoyringarnar seinni í dag fara at varpa ljós á hendingarnar.

 

Í gjár varð annars ein maður eisini tikin fyri at koyra við kenning í Havn.

 

Løgreglan sigur, at tey royna at gera nógv burtur úr at vera sjónlig á gøtunum og at práta við fólk í royndunum at fyribyrgja harðskapi.

 

Og tað eydnast eisini rættiliga ofta, tí fleiri ferðir, tá ið ósemjur taka seg upp, og tað er lagt upp til bardaga, eydnast løgreglufólkum at koma ímillum og slætta sjógvarnar, áðrenn nakað hendir.

 

- Men tað, sum hendir innandura, fær løgreglan ikki gjørt nakað við, leggja tey afturat.