Fekk stóra "parkeringsbót" á G! festivalinum

Í nátt mátti løgreglan taka eitt heldur óvanligt stig á ársins tónleikastevnu í Gøtu

Hevur onkur sæð ein bileigara ganga runt og leita eftir bilinum hjá sær á G! festivalinum í nátt, er tað ikki vist, at tað er tí hann hevur verið so í ørviti, at hann ikki minnist hvat hann setti bilin.

 

Bilurin stendur nevniliga ikki longur í sama stað, har hann setti hann.

 

Løgreglan sigur, at í nátt komu tey fram á ein bil, sum stóð so ófantaliga parkeraður at kalla mitt á landsvegnum við Syðrugøtu, at tey vildu hava bilin burtur.

Hann var til so stóran ampa fyri ferðsluna, at hann kundi ikki verða standandi og tí

royndu vit at fáa fatur á eigaranum, sigur løgreglan.

 

Løgreglan stúrdi serliga fyri, at onkur skaði kundi standast av, tí bilurin stóð so árendur at kalla mitt á vegnum.

 

Men tað bar ikki til at fáa fatur á tí, sum átti bilin, og tí varð sent boð eftir flutningsbili, sum kundu flyta bilin.

 

Hann varð tískil tikin og fluttur á eitt pláss, har hann ikki var til ampa fyri ferðsluna.

 

Men tað varð alt samalt gjørt fyri eigarans rokning, so hann fær eina rokning sendandi í postinum fyrsta dagin, og hon verður ikki lítil, serliga tá ið hugsað verður um, at tað var mitt á nátt eitt vikuskiftið.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Eisini á G! í Gøtu hevur verið stak friðarligt, hóast nógv fólk varð savnað har i nátt.

 

Niðanfyri eru annars fleiri myndir av G! í gjár