Fekk størsta laksin nakrantíð

Laksurin, sum frítíðarfiskimaður fekk seinasta hóskvøld, er hin størsti, sum nakrantíð er veiddur við tráðu í Føroyum.

Havnarmaðurin Hans Godtfred Thomsen fekk hóskvøldið hin 12. september størsta laksin, sum nakrantíð er fingin við tráðu av frítíðarfiskimanni í Føroyum.


Laksurin, sum varð fingin á Leynavatni, var bæði stórur og sterkur.

 

Hans Godtfred Thomsen sigur, at tað tók honum umleið 35 minuttir frá tí, at laksurin beit á, til hann hevði fingið velduga fiskin upp á land.

 

Laksurin var 114 cm langur og vigaði heili 28 pund.