Tá Katrin Thomsen í morgun koyrdi í Leirvíkstunlinum á veg til Leirvíkar, fekk hon ein stein sendandi gjøgnum forrútin.
– Tá eg koyri í tunlinum á veg til Leirvíkar føli eitt stoyt á bilin og glas í andlitið – uttan at síggja, hvat var veruliga hent. Tá eg komi út úr tunellini, síggi eg ein stóran stein liggja á setrinum við síðurna av mær. Hetta hendi beint sum ein lastbilur koyrdi framvið, og tað er stórur kjansur fyri, at tað var hann sum hevur gjørt skaðan, skrivar Katrin Thomsen á Facebook – týðuliga skelkað av hendingini, sum kundi fingið sera álvarsligar avleiðingar. Hon ivast ikki í, at lastbilurin hevur havt ov nógv í lastini ella okkurt líknandi.
Hon sigur, at hon hevur lagt boðini á Facebook, tí tá hon ringdi til løgregluna fekk hon bara boð um at ringja til tryggingina.
– Tað er tí, at eg leggi eg hetta út og vil gera vart við hetta, so tað ikki hendir aftur –og tit eru vælkomin at deila, skrivar hon, so førarin á lastbilinum ella fyritøkan, sum eigur lastbilin, sær hetta
– Hálvan metur við síðurna av, og eg hevði verið stein deyð. Bókstaviliga!, skrivar Katrin Thomsen
– Men hvat eri eg takksom fyri, at eg bert við einum sjokki kom í gjøgnum hetta, og tað fær meg at hugsa um, at vit vita aldrin, hvat morgindagurin hevur at bjóða, so nýti hvønn dag! Eg kann takka Guði fyri, at eg enn eri á lívi!