Nýsetti stjórin í samtakinum, Nordic Aquafarms, gjørdist ikki gamal í stjórastarvinum.
Fyrr í ár byrjaði maðurin, sum søgan snýr seg um, Shawn Harriman, í starvinum sum samtaksstjóri í alifelagnum, sum skuldi reka eina landalistøð í Kalifornia, men bert fáar dagar seinni er hann arbeiðsleysur, tá ein gomul mynd vísti seg á alnótini.
Myndin vísir Shawn Harriman við einari riflu aftan fyri eina leyvu, sum hann hevur skotið. Við blaðið Lost Coast Outpost, sum fyrst umrøddi málið, sigur hann, at myndin er tikin fyri 15 árum síðan - og at leyvan á myndini ikki er hansara sigursfongur.
- Vit vóru á einum garði í Suðurafrika, tá ein leyva leyp á okkum, sigur hann við blaðið.
Alistøðin í Kalifornia, sum Shawn Harriman nú skuldi standa fyri, skuldi framleiða 22.000 tons av laksi um árið. Ilaks.no veit at siga, at Nordic Aquafarms eigur eisini Fredrikstad Seafood, sum skal lata fyrsta laksin til viðskiftafólk í juni í ár.
Blaðið, sum umrøddi málið fyrst - Lost Coast Outpost - setti seg í samband við Nordic Aquafarms og bað tey um eina viðmerking til myndina. Í fyrstani vísti felagið á, at myndin av manninum og leyvuni ikki er í tráð við virðisgrundarlagið hjá felagnum.
Alifelagið vísti eisini á, at tey fóru at venda aftur við øðrum viðmerkingum til málið. Stutt eftir sendi Nordic Aquafarms ein teldupost til blaðið, har tey søgdu, at Shawn Harriman ikki er í starvi hjá felagnum longur.
- Vit halda, at støðan er óheppin, bæði fyri Shawn Harriman og fyri Nordic Aquafarms, men virðini hjá felagnum vilja altíð vinna, sum tey taka til. Nordic Aquafarns verður altíð stýrt av hægstu djóravælferðar-og umhvørvisvirðum, sigur felagið í fráboðanini til blaðið.