Fekk skil á

Magni Jarnskor heldur, at størsta broytingin, tá Allan Simonsen gjørdist landsliðsvenjari, var, at allir karmar kring liðið gjørdist meira professionellir


 

Eftirmeting


Ein teirra, sum var við, tá føroyskur fótbóltur trein inn á altjóða pallin í 1988, og sum eisini var við, tá skiftið fór fram á landsliðsvenjarasessinum, er Magni Jarnskor, sum eisini hevði tann heiður at vera liðskipari í fleiri av dystunum hjá føroyska landsliðnum.


Gekk høgt upp í smálutirnar

Um tær broytingar, sum fóru fram á liðnum, sigur Magni, at tað fyrst og fremst var virðingin fyri venjaranum, sum varð størri, og so nevyleikin, sum Allan Simonsen legði í fyrireikingarnar.

- Hann fekk hetta vanliga føroyska sløsaríið burtur. Eg minnist onkrar av fyrstu ferðunum, sum vit vóru, har onkur leikari kom nakrar minuttir ov seint til onkran fund. Hetta kundi hann slettis ikki góðtaka, og tað fingu spælararnir so sanniliga eisini at vita.

- Eisini gekk hann sera høgt uppí, at leikararnir vóru so væl fyri sum gjørligt. Føroyingar hava tað ofta soleiðis, at vit fara at keypa og soleiðis. Tá hann kom til, var tað slutt við hesum. Frítiðin varð nýtt til at hvíla í, og eisini syrgdi hann fyri, at matur og annað var í lagi. At hann hevur verið við so leingi, gjørdi eisini, at tú lurtaði eftir manninuim, tí tú vart greiður um, at maðurin visti, hvat hann tosaði um.


Motiverandi

At enda spurdui vit Magna, hvussu tað kendist, tá hann afturi í 1994 fekk at vita, at Føroyar høvdu fingið Allan Simonsen at venja landsliðið.

- Tað ljóðaði heilt fantastiskt, at ein somikið stórur leikari, sum eisini hevði verið tann besti í Europa, skuldi gerast venjari hjá okkum.

- Tað var veruliga nakað, sum fólk løgdu til merkis, og fyrstu tíðina haldi eg eisini, at hetta var eyka motiverandi fyri leikararnar, tí tú vildi veruliga gera títt ítarsta til at sleppa at arbeiða saman við einum slíkum leikara, sigur Magni Jarnskor at enda.