Einki serligt lag er á Ara, sum nú í tvær vikur hevur ligið á Ríkissjúkrahúsinum.
Hann hevur ilt, og haraftrat hevur hann næstan ikki kunna etið og drukkið nakað alla hesa tíðina, so hann er nógv afturfarin.
Mamman, Beinta Hjelm er hørm um sonin. Men samstundis er hon stak takksom fyri, at sonurin er á lívið. Óhappið kundi endað nógv verri.
Tað var sunnudagin 1. februar, at Ari fór við mammu síni í Vágshøll, tí systurin skuldi spæla hondbólt.
Tá ið dysturin var av, stóðu tey eina løtu í gongini beint innan fyri hurðina. Ein steinur var lagdur fyri, so hurðin ikki skuldi fara aftur.
Hurðin reiv seg leysa
- Beiggin fór yvir móti hurðini og traðkaði útum. Tá kom ein hvirla og tók hurðina, sum fór av hongslinum og datt niður yvir hann, sigur Beinta Hjelm.
Hon og dótturin stóðu beint innanfyri.
Mamman leyp upp og tók hurðina av honum. Tá lá drongurin við ongum viti. Hurðin datt eina ferð aftrat, men tá hevi hon fingið vent dronginum, so hann lá á rygginum.
- Eg tók hann upp í fangi helst í panikki sum mamma, og so rann eg inn og bað um hjálp. Onkur ringdi til 112, sigur Beinta Hjelm.
Sjúkrabilur kom eftir teimum, og tey komu á Suðuroyar Sjúkrahús. Ari spýði og bløddi næsablóð. Tað gekk ikki ein tími, til tyrlan kom eftir teimum.
Bangin fyri at missa sonin
- Í tyrluni á veg norður helt eg meg fleiri ferðir missa Ara, so vánaligur var hann, sigur mamman.
Á Landssjúkrahúsinum varð Ari skannaður, og staðfest var, at skallin var brotin.
Morgunin eftir fóru foreldrini við Ara til Danmarkar.
Teir fyrstu dagarnar lá hann undir observasjón. Hann svav og varð vaktur hálva hvønn tíma.
Hann fær framvegis panodil 6. hvønn tíma, 8. hvønn tíma fær hann annan heilivág, og haraftrat fær hann tvey sløg av penicillini.
Og so fær hann eisini heilivág fyri munnin, tí tað var so óheppið, at hann á Ríkissjúkrahúsinum fekk virus í munnin og niður í hálsin, og tí hevur hann hvørki kunnað etið ella drukkið alla hesa tíðina.
Á vinstra eyga hevði hann eitt stórt blátt merki, sum ikki er farið burtur enn.
Ein eygnalækni hevur sagt seg hava góðar vónir um, at eygað ikki er skatt. Torført er at kanna, um sjónin hjá einum so lítlum barni hevur fingið skaða. Ari fyllir tvey ár í vikuni.
Fríggjadagin var hann aftur í skannaranum, tí finnast skal útav, um brunin kemur úr høvdinum ella munninum.
Endaligt svar var í morgun enn ikki komið upp á ta kanningina.
Drongurin hevur havt fepur. Ein dag er hann fepurfríur, men so kemur fepurin aftur.
Beinta Hjelm heldur tó, at Ari er við at batna.
Hon liggur á Ríkissjúkrahúsinum saman við soninum.
- Tað er stórur munur á umstøðunum her á Ríkissjúkrahúsinum og í Føroyum. Orsaka av sparingunum má eg burturav taka mær av Ara. Eg fái heilivágin útflýggjaðan og skal syrgja fyri, at hann fær hann rættstundis. Eingin hevur tíð til nakað, sigur Beinta Hjelm, sum onga hóming hevur av, nær tey kunnu venda heim aftur.










