Fekk skaða umborð og doyði

Hvørki løgreglan ella MRCC vita at siga, hvat hendi umborð á Slættabergi, tá maður fekk álvarsligan skaða og seinni doyði á Landssjúkrahúsinum.

Tað var seinnapartin í gjár, at ein maður kom til skaða umborð á uppsjóvarskipinum Slættabergi. Mynd: Norðlýsið

Hvørki løgreglan ella MRCC vita at siga, hvat hendi umborð á Slættaberg, tá maður fekk álvarsligan skaða umborð og doyði, eftir at hann var komin á Landssjúkrahúsið.

Tað var seinnapartin í gjár, at ein maður kom til skaða umborð á uppsjóvarskipinum Slættabergi, meðan teir vóru á fiskileið sunnarlaga í føroyskum sjógvi.

MRCC sendi bjargingartyrlu út á leiðina, har skipið var statt, men orsakað av vánaligum veðri eydnaðist tað ikki tyrlumanningini at fáa mannin av skipinum.

Um 02-tíðina síðstu nátt kom Slættaberg á Havnina við manninum, sum tíverri doyði stutt eftir av løstunum, hann hevði fingið.

Á MRCC siga tey seg ikki vita, hvat hendi umborð á Slættabergi, og á løgreglustøðini í Havn siga tey seg heldur ikki vita nakað ítøkiligt um syrgiliga tilburðin.

- Tá slíkt hendir, ger løgreglan sjálvsagt sínar kanningar, men enn er ov tíðliga at siga nakað um úrslitið av hesum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn við In.fo.

Tað var heimasíðan - www.jn.fo - sum í morgun bar tíðindini um tilburðin umborð á Slættabergi, og síðan hevur In.fo skift orð við løgregluna og MRCC.