Fekk skaða í høvdið

Ein maður er handtikin fyri harðskap í Havn í nátt


Løgreglan í Havn tók ein mann í nátt og og hevur skuldsett hann fyri harðskap.

Tað hendi eftir at hann rendi ein annan mann niðurígjøgnum eina trappur í miðbýnum i Havn.

Maðurin, sum varð rendur niðurígjøgnum trappurnar, smekkaði høvdið í eitt trapputrin og fekk skaða í høvdið.

 

Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann var innlagdur, men løgreglan sigur, at eftir umstøðunum er støðan hjá manninum trygg.

Løgreglan sigur, at nógv vitni sóu tilburðin, tey eru avhoyrd, so málið er væl upplýst. Enn er støðan ikki tikin til um maðurin, sum er skuldsettur, verður førdur fyri rættin í dag við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan, ella um hann verður leyslatin.

 

Annars var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt og løgreglan hevur havt úr at gera.við at skilja sundir, har bardagi tók seg upp ímillum fólk, og við at koyra full og avdottin fólk til hús.

Og nettupp fyllskapur er ein felagsnevnari fyri nógv tað mesta, løgreglan hevur havt at gera í nátt, og serliga í morgun var nógv at gera við at fáa fólk til hús.

 

Annars er ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, hann var tikin í vanligum eftirliti hjá løgregluni.