Fekk skaða í andlitið av harðskapi

Ein maður er skuldsettur fyri harðskap í miðbýnum í Havn í nátt

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum hetta vikuskiftið. Jólaborðhaldini eru byrjað av álvara, mánaðarlønin er akkurát komin og partvís hevur veðrið verið til vildar.

 

Tað er ein blanding sum oftani hevur givið løgregluni nógv arbeiði, men løgreglan sigur, at hetta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt.

Nøkur fólk eru koyrd til húsar, tí tey hava verið soleiðis skikkað, at tey hava ikki klárað seg sjálvi.

 

Nøkur eru eisini dottin og eru farin á skaðastovuna við smærri snuddum og ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning.

 

Men harafturat er ein maður skuldsettur fyri harðskap. Hann legði á ein mann í gongugøtuni í Havn og sló hann eina ella tvær ferðir í andlitið.

Maðurin sum varð sligin, mátti á skaðastovuna, har hann fekk tríggjar pentur í andlitið, beint undir eyganum.

Løgreglan veit ikki, hví maðurin sló.