Eitt ferðsluóhapp hendi á Argavegnum sunnukvøldið umleið klokkan 18.
Ein motorsúkkla koyrdi suður eftir Argjavegnum, og frammanfyri súkkluna koyrdi ein bilur.
Tá ið bilurin skuldi snara, rndi motorsúkklan inn í bilin, og motorsúkklan datt.
Maðurin á súkkluni varð fluttur á Landssjúkrahúsið við skaða í beininum. Hvussu stórur skaðin var, veit løgreglan ikki í dag.