– Eg fekk sjokk tá eg vøllirnar í Føroyum.
Soleiðis sigur Ben aan de Stegge, sum starvast hjá Greenfields, ið framleiðir graslíkisvøllir.
– Eg havi sæð einar átta ella níggju vøllir á ferðini í Føroyum, og eg eri sjokeraður av vánaliga viðlíkahaldinum, sigur hann víðari. Greenfields arbeiðir við at útvikla nýtt graslíki, sum minnir sum mest um vanligt gras.
– Tað tykist, sum fólk hava gloymt, at ein graslíkisvøllur eisini skal viðlíkahaldast. Eg havi sæð allan møguligan lort á vøllunum kring landið. Alt frá vanligum grasvøkstri til kipspakkar og annað órudd, sigur Ben aan de Stegge.
V-gras
Greenfields, sum er ein hollendsk fyritøka, hevði í farnu viku ein kunnandi fund um sítt virksemi í Føroyum. Greenfields byrjaði sítt virksemi í 2003, og longu eitt ár seinni høvdu teir framleitt til yvir 100 vøllir kring heimin. Í dag hevur Greenfields lagt graslíki til yvir 1000 FIFA góðkendar graslíkisvøllir kring allan heimin.
– Tað nýggjasta innafyri graslíki eru V-formaði strá, ið ikki leggja seg niður uppá sama máta, sum tit kenna frá einum vøllinum í Gundadali. Um tú tekur eitt vanligt A-4 papír og stillar tað upp eftir enda, so dettur tað bara niður. Men forma tað sum eitt V, so ber væl til at fáa papíri at standa lodrætt, sigur Ben ann de Stegge, meðan hann demonstrerar sína teori á borðinum.
Blanda gras og graslíki
Greenfields bjóðar fleiri sløg av graslíkisvøllinum. Millum annað eitt slag av graslíki, sum er partvís gras og graslíki. Fyrimunurin við hesum er, at tað kennist framvegis sum at spæla á vanligum grasi og vøllurin sær altíð grønur út.
Eisini fyribyrgir graslíki, at vøllurin fer púra upp í mold, sum eitt nú er væl kent frá Skotlandi og lægri deildinum í Onglandi, serliga um veturin. Millum annað Coventry City í Onglandi hevur valt at gera nýtslu av hesum slagi av vølli.
Umboð fyri Greenfields í Norðurlondum eru danska fyritøkan Sportconnect, sum umframt Flemming Lauenborg, telur navnframa danska fótbóltsspælaran, Allan Ravn.
– Tað hevur stóran týdning, at ein graslíkisvøllur verður lagdur á orduligt. Vit leggja nógv fyri, tá vit leggja graslíkisvøllir á, sigur Flemming Lauenborg.
Ein nýggjur graslíkisvøllur kostar millum tvær og tríggjar milliónir krónur. Alt eftir hvat fyri undirlag, og hvussu tjúkt tað skal verða og støddina á vøllinum. Tá er tikið hædd fyri, at bara graslíki skal legggjast á. Verður byrjað heilt frá grundini, so metir Flemming Lauenborg, at ein nýggjur leikvøllur kostar áleið fimm og eina hálva millión.