Heðin Midjord vann sær í farnu viku silvur heiðurmerki í Føroyameistarakappingini í Boccia. Hetta er ítróttargrein, ið verður íkað serstakliga millum fólk við breki ella sum eru tarnað á einhvønn hátt. Heðin gongur í Vágs Skúla og arbeiði á Varda Verkstaðnum inni á Bakka í Vági. Hann er sjálvsagt errin av heiðursmerkinum. Og tað mundi eisini fløva, at skúlastjórin í Vági, Óli í Hjøllum, týsdagin eftir morgunsangin handaði Heðini blómuprýði, sum Heðin nú kann fegnast um, umframt silvurmerki, ið hann kann hava hangandi um hálsin eftir flott avrik.










