Fekk seks teldubrøv um at flyta fiskiloyvi

Men hann sigur, at hann hevur ikki fingið innlit í flytingarnar

Í tíðini frá 16. november 2015 til 30. juni í fjør, fekk Høgni Hoydal, seks teldubrøv frá Vørn um veiðiloyvi, sum vórðu flutt frá einum skipi til eitt ananð.

 

Tað váttar Høgni Hoydal. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógv teldubrøv hann hevur fingið frá Vørn um at flyta veiðiloyvi ímillum skip.

 

Tað ger hann eftir at tað er komið fram um, at hann hevur fingið teldubrøv um hetta, men at hann ikki hevur givið sær far um, at hetta vóru mál, ið kravdu viðgerð. Serliga er tað veiðiloyvi frá Línubátinum, Helenu, til uppsjóvarskipið, Slættaberg, sum hevur vakt ans, tí tað var ikki lógligt

 

Høgni Hoydal sigur, at tann 30. juni í fjør fekk han teldubræv frá Vørn um tað. Men hann sigur, at hann hevur ikki fingið innlit í flytingarnar ella málini.

 

Hann sigur, at stig eru tikin til at annulera flytingina av veiðiloyvinum frá Helenu til Slættaberg og samstundis hevur hann biðið um eina meting og eina frágreiðing frá fyrisitingini í Fiskimálaráðnum um málið.

 

Sambært hesi meting, er flytingin ikki í samsvari við lógina um vinnuligan fiskiskap, men onki var galið við hinum fimm málunu,

 

Hann sigur, at tá ið veiðiloyvi verða flutt frá einum skipið til eitt annað, er tað grundleggjandi fiskiorkan ikki økist. Og tá ið uppsjóvarskip hava størri fiskiorku at fiska uppsjóvarfisk enn línuskip, er treytin um fiskiorku ikki lokin, sigur landsstýrismaðurin.

 

Men hann sigur, at øll neyðug neyðug verða stig tikin fyri at rætta mistøkini og at og staðfesta tey og samstundis skal fyrisitingin eftirmetast og tær neyðugu broytingarnar verða gjørdar.