Risakalvin á myndini varð veiddur í Lofoten í Norðurnoregi herfyri. Tað var Daniel Johannsson, sum fekk kalvan, tá hann var ein fiskitúr við einum ferðavinnubáti hjá Nordic Sea Angling við Martini Johannsson sum ferðaleiðara.
Kalvin varð veiddur við tráðu, og tað var eitt veldugt baks hjá Daniel at fáa billbukt við fiskin. Tá kalvin fyri triðju ferð stevndi niður á botn við dorgini, var Daniel so troyttur í ørmunum, at hann bað ferðaleiðaran kappa dorgina.
Men, tað varð ikki gjørt.
Í staðin hjálptu tey, sum vóru við í bátinum, Daniel Johannsson, við tráðuni og kalvanum, og at enda vóru øll við í baksinum at fáa kalvan at borði.
Nú skuldi man trúð, at hetta var matur fyri Pætur. Men, so varð ikki. Risa kalvin varð nú merktur við einum sonevndum ID-nummari hjá norska Havgranskingarráðnum. Hann varð máldur til 246 sentimetrar og mettur at viga 209,7 kilo.
Fiske Avisen skrivar, at tá kalvin varð máldur og merktur, varð hann sleptur út aftur livandi, og mett verður, at hetta er heimsins størsti kalvi, sum nakrantíð er vorðin merktur og sleptur út aftur livandi.