Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, var við til móttøkuna og heilsaði uppá og ynskti Joan Mellemgaard hjartaliga til lukku við próvnum. Samstundis var hetta eitt gott høvi hjá nýggju landsstýriskvinnuni at heilsa uppá starvsfólk og leiðslu hjá Dugna og síggja deildina á Hjalla, skrivar Almannamálaráðið.
Dugni er sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum. Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, ið hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg.
Starvsfólkini á Dugna arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum. Virksemið hjá Dugna er bæði á Kambsdali og á Hjalla í Havn, eins og skúli er við Áir.












