Fekk oyrað bitið av

Ein enskur fjeppari fekk part av oyranum bitið av, av einum felags Ongland fjeppara eftir tapið móti Uruguay í síðstu viku.

Ein enskur fjeppari fekk part av oyranum bitið av, av einum felags Ongland fjeppara eftir tapið móti Uruguay í síðstu viku.

 

Tað skriva fleiri enskir miðlar í dag, eitt nú Sky Sports.

 

Ongland, sum seinni reyk út úr kappingini í bólkaspælinum, tapti dystin 1-2 í Sao Paulo, við tveimum málum frá Luis Soarez.

 

Fjepparin misti helvtina av vinstra oyra av hendingini, váttar politiið.

 

- Vit vórðu gjørdir varðugur við hendingina í dystinum millum Ongland og Uruguay, har úrslitið var, at ein enskur fjeppari var bitin av einum øðrum fjeppara, sigur poitiovastinm Rachel Barber.

 

- Tað eydnaðist okkum at finna bitna mannin og bjóða honum ráð og stuðul. Dagin eftir álopið gjørdi bitni maðurin av, at kæra málið til politiið á staðnum, og ein kanning er sett í verk, sigur Rachel Barber.

 

Enn er eingin handtikin, men avhoyringar av vitnum hevur givið politinum eitt navn á iltokna gerningsmanninum.