Góð 400 pund vigaði kalvin, sum ein danskur frítíðarfiuskimaður fekk í Lofoten í Noregi Søren Beck, sum er úr Keypmannahavn, var farin ein túr við báti saman við nøkrum donskum tíðindafólkum. Teir høvdu tráðu við, og uttan fyri Værøy fekk Søren Beck ein kalva á.
-Vit vóru fýra um at fáa hann inn í bátin, sigur ein av monnunum við blaðið Lofotposten.
Fyri at eingin ivi skuldi vera um vektina, varð lensmaðurin biðin um at stíla fyri, og tað vísti seg, at kalvin vigaði 202 kilo og var 246 centimetrar langur.
Fyri trimum vikum síðani fekk ein týskur frítíðarfiskimaður ein stóran kalva á tráðu í Noregi. Tann kalvin vigaði 194 kilo.