Fekk orgasmu til arbeiðis

Katherine Heige var noydd at offra seg til upptøkuna av sínum nýggja filmi. Ikki síðani Meg Ryan framførdi sína víðagitnu orgasmusenu í filminum ?When Harry met Sally?, er ein líknandi orgasma sæð á tí hvíta løriftinum. Men nú traðkar Katherine Heigl, kend frá sendirøðini ?Greys hvide verden? í karakter og gevur Meg Ryan ein dyst í nýggju komediuni ?The ugly truth?. Orgasman er kortini ikki eins og tann simuleraða hjá Meg Ryan, tí figururin hjá Heigl Abby, skuldi nevniliga veruliga fáa eina orgasmu mitt í einum arbeiðsdøgurða.

 

-Tað var mín yndissena í filminum. Tá eg læs senuna, elskaði eg hana. Tá hugsaði eg tó ikki um hvussu tað fór at verða at taka tað upp. Tað var løgið at spæla senuna framman fyri so nógvum fólki, sigur Katherine Heigl við Nøjesbladet.

 

-Tað er jú ein sena, ið kann avdúka, hvussu eg eri í einari intimari løtu. Eg eri ikki vís í, at eg vil, at allur heimurin skal vita hvussu eg eri í tí støðuni.

 

-Tað er ógvuliga yvirdrivið. Eg royndi at framføra senuna so stillisliga sum gjørligt. Men tá ið vit byrjaðu at upptaka, hevði eg onga hóming um hvussu eg skuldi uppføra meg, sigur Katherine Heigl.