Fekk onki lyfti um sandoyartunnilin

Løgmaður fæst ikki at lova, at farið verður undir Sandoyartunnilin beint nú

Tað er framvegis ógreitt um arbeiðið at gera Sandoyartunnilin, fer í gongd nú beinanvegin, ella um tunnilin skal bíða.

Í løgtinginum í gjár royndi Páll á Reynatúgvu at fáa løgmann at geva eini greið boð um, nær farið verður undir Sandoyartunnilin.

Men løgmaður fekst ikki at geva nakað lyfti í hesum sambandi.

Hann vísti á, at løgtingið hevur brúkt fitt av pengum upp á at gera forkanningar í sambandi við tunnilin.

- Tað er væl eitt tekin um, at vilji er til staðar at fara undir hann, segði løgmaður.

Jóannes Eidesgaard vísti eisini til samgonguskjalið, har tað stendur, at kanningar skulu gerast um fast samband um Skopunarfjørð við tí endamáli at betra um sambandið til Sandoyar og til Suðuroyar.

- Hesar forkanningar eru gjørdar og klárt er nú at fara undir projekteringina.

Hinvegin skal ein verklagslóg leggjast fyri løgtingið og ein slík er í løtuni til viðgerðar í teimum politisku flokkunum.

- Nær hon kemur aftur og nær hon kemur á tingborð, veldst um, hvussu drúgv tann politiska telvingin verður, segði Jóannes Eidesgaard.

Spurningurin er so, nær farið verður undir tunnilin.

- Tað veldst um, nær fígging er til taks, tvs, at tað verður Løgtingið, sum avgerð tann spurningin.


Ongin semja gjørd

Gongur tað skjótt, kann tað vera rímiliga skjótt, men vit mugu ganga útfrá, at tað tekur kanska eitt ár at gera projekteringina lidna og eftir tað skal tunnilin bjóðast út so tað gongur væl meiri enn eitt ár til tað.

- Alt málið ber brá av, at tað er ikki endaliga viðgjørt, men tað er heilt týðiligt, hvat ætlanin er.

Sjálvur tekur hann heilt og fult undir við, at Sandoyartunnilin verður gjørdur og tí vildi hann sjálvur virka fyri, at farið verður undir tunnilin, ongantíð ov skjótt.

- Men vit skulu ígjøgnum eina politiska telving um hetta málið og vit skulu hava eina semju um, hvussu vit fara fram og tann semjan er ikki funnin enn, segði løgmaður.

Og hann legði afturat, at ábendingar eru um, at funnið verður fram til eina semju, sum er nøktandi fyri sandoyingar og suðuroyingar


Ongin dagseting

Tinglimir mettu eisini, at Sandoyartunnilin er ikki bara lívsneyðugur fyri Sandoynna, men eisini fyri Suðuroy, sum so kann knýtast upp í meginøkið við sigling ímillum Suðuroy og Sandoy.

Men Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, vísti á, at samgongan hevur ongantíð dagfest, nær farast skal undir tunnilin.

Hann segði, at talan er um eina góða íløgu, men hon má sjálvandi tillagast, so at tað passar í íløgukarmin. Hansara mál er, at Sandoyartunnilin skal vera liðugur í 2014 - 2015.

Í hesum sambandi kann skoytast upp í, at tað tekur fýra ár at gera tunnilin.

Sostatt sær formaður Sambandfloksins fyri sær, at farið verður undir arbeiðið í 2010 ella 2011.

Suðuroyartingmenninir, Hergeir Nielsen og Johan Dahl mutaðu báðir ímóti at lata suðuroyarsiglingina fara um Sandoynna, tí teir vilja ikki missa Smyril, so leingi onki fast samband er við Suðuroyar.