Fekk nýggjan dóm 45 ár seinni

:)

FRÍKENDUR. Í 1955 var ein amerikumaður dømdur fyri trífalt morð á ungfólk, men í síðstu viku varð hann fríkendur, tí eitt mistak varð gjørt undur rættarmálinum.

Tann nú 67 ára gamli Kenneth Hansen var kendur sekur í at hava dripið 13 ára gamla John Schuessler, 11 ára gamla Anton Schuessler og 14 ára gamla Robert Peterson. Hann varð útilokandi dømdur, tí arbeiðsfelagar søgdu, at hann hevði viðurkent, at hann hevði misnýtt og dripið dreingirnar.

Dómurin var lemjandi. 200 ár í fonglsi.

Ein rættur í Chicago avgjørdi, við atkvøðunum 2-1, at 45 ára gamli dómurin skuldi broytast, tí nevningarnir av órøttum høvdu fingið upplýsingar um, at Kenneth Hansen áður hevðir misnýtt ungar dreingir.

Ákærin í málinum ætlar at skjóta nýggja dómin inn fyri hægri rætt. Kenneth Hansen hevur alla tíðina sagt seg vera ósekan í ákærunum.ið.

? Eg veit frá handilsmanninum, at fólk hava hvørt nikk og prikk við sær. Fara vit til Havnar so leggja vit pengar eftir okkum, men soleiðis er tað ikki her hjá okkum, sigur hon.

Inga vísir á, at tey, sum leiga hús út í Skúvoy, eru avbygdarfólk. Skúvoyingar sjálvir búgva í sínum húsum og tískil fer leigupeningurin av oynni.

? Pengarnir enda ikki í okkara lummum. Teir fara av bygdini, sum so mangt annað, sigur Inga, sum hevur lovað at royna at leiga hús út til ferðafólk í summar:

? Vit mugu útvega okkum onnur hús frá fólki, sum kanska búgva í Havn, sigur hon.


Gloymd í Havn

Inga heldur, at tað var óvanliga nógv ferðafólk í Skúvoy í fjør. Umframt tey, sum komu við Sildberanum, komu fleiri við skonnartini Norðlýsinum og við Jóan Petur Clementsen, sum skipar fyri bátsferðum heiman av Sandi.

Inga heldur, at skúvingar hava ikki tikið ferðavinnuna í nóg stórum álvara:

? Ferðavinnan hevur bert verið mett sum nøkur fólk, ið koma og fara. Eingin hevur verið at gjørt nakað við tað; til at samskipa tað, sigur Inga, sum fegnast um initiativið úr Sandoynni.

Ein orsøk til, at skúvoyingar einki hava gjørt við ferðavinnuna kann vera, at tað eru so nógv gomul fólk í oynni, heldur hon. Eisini eru skúvoyingar nógv upptiknir av arbeiði um summarið, sigur Inga, sum heldur, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum hevur sýnt lítlan áhuga fyri Skúvoynni:

? Eg haldi, at tey gloyma okkum í Havn. Tey kundu ringt og spurt. Hetta er fyrstu ferð nakar hevur ringt og spurt um vit vilja leiga út, sigur hon og sipar til áheitanina frá Sandoyar Sýslu Ferðalagi.

Um skúvoyingar nakrantíð fara at vinna pengar burtur úr Sigmundi og Rannvá og fuglabjørgunum fer summarið kanska at geva eina ábending um.

Fyribils liggur ferðavinnan huld í mjørka og er ring at fáa eyga á.


Ferðaráðið:

Móttøkuapparatið

manglar

Fyri tveimum árum síðani vóru umboð fyri Ferðaráð Føroya í Skúvoynni fyri at kanna áhugan fyri ferðavinnuni. Eftir at hava hitt bygdarráðsformannin í Skúvoy kundi Ferðaráðið staðfesta, at eingin serligur áhugi var fyri ferðavinnuni millum skúvoyingar.

Síðani tá er nakað hent, sum bendir á, at ein ávísur áhugi er í Skúvoy kortini, staðfestir Ferðaráð Føroya.

Ferðavinnan í Sandoynni roynir at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni. Skúvoyingar eru við í hesi ætlan og bygdarráðið stuðlar ferðavinnufelagnum í Sandoynni fíggjarliga.

Sambært Ferðaráðnum hevur Skúvoyggin ikki tað apparatið, sum skal til fyri at taka ímóti ferðandi í stórum tali ? t.d matstøð, alment wc og møguleikar fyri gisting og útferðum. Samstundis verður sagt, at fortreytir fyri veruligari ferðavinnu er, at fólkið á staðnum er áhugað í hesi vinnu.

Royndin hjá Sandoyar Sýslu Ferðalagi bendir á, at móttøkuapparatið í Skúvoy nú verður brynjað til at kunna taka ímóti veruligari ferðavinnu, sigur Ferðaráð Føroya.