Tann 33 ára gamli norðmaðurin Henrik Bolten hevði ikki ráð til at keypa sær ein bát, so hann gjørdi av at fáa sær eina kajakk. Tað hevur gjørt hann kendan víða um lond.
Henrik plagar at royna við tráðu eftir kalva. Hann hevur verið nakrar túrar á útróðri við kajakkini og hevur fingið nakrar kalvar. Nú um dagarnar fekk hann ein av teimum stóru. Hann vísti seg at vera 1,73 metur langur ella umleið ein metur styttri enn kajakkin. Kalvin vigaði 141 pund.
Tey, sum fiska við kajakk, hava eina serliga heimasíðu, har sagt verður frá, hvørja ferð okkurt serligt er á vási. Eitt nú fylgja tey við, tá fólk fáa onkran stóran fisk, og eftir hesum er kalvin hjá Henrik Bolten tann størsti, sum nakrantíð er fingin við kajakk. Gamla metið átti ein annar norðmaður, men hansara metkalvi vigaði bara 88 pund, skrivar Aftenposten.