Fekk lortavatn á húsini og inn í hjallin

Tað var eingin vøkur sjón, ella luktur, sum møtti blaðstjóranum á Dimmu, tá hann kom heim í dag.

Eri eg illur? Ja, eg eri rasandi, men fyri einum tíma síðan var eg nokk dupult so rasandi, skrivar blaðstjórin á Dimmalætting, Georg L. Petersen á Facebook-vanga sínum í kvøld.

 

Orsøkin er, at eftir øllum at døma er eitt óhapp hent, tá rottangabilurin hevur verið á vitjan í grannalagnum í dag.

 

Georg L. Petersen býr niðri í miðbýnum í Havn og har er heldur vanligt, at hús hava felags septiktanga. Eisini kemur meiri enn so fyri, at nøkur hús ikki hava beinleiðis atgongd til veg og soleiðis er við grannanum hjá Georg L. Petersen.

- Rottangabilurin hevur so verið her í dag og tømt tangan hjá mær og grannanum, sum liggur inni á hansara øki. Fyri at koma til er tó neyðugt at leggja slanguna gjøgnum mítt grundøki og so upp um garðin. Júst hvat er hent, veit eg av góðum grundum ikki, men tað letur til, at bilurin á onkran hátt hevur mist slanguna, sum tí hevur sprænt um seg og upp á húsini og hjallin, greiðir hann frá fyri in.fo.

 

Garður, tún, hjallur og húsaveggur vóru sprændir undir av lortavatni, og stankurin var øgiligur. Lorturin var farin sjálvt inn millum rimarnar í hjallinum. Grannahúsini høvdu eisini fingið eitt sindur á seg, men ikki í sama mun sum húsini hjá Georg L. Petersen.

- Eitt einsamalt tjógv hekk eftir í hjallinum, sum eg hevði ætla at etið av í kvøld, men lortasprænurin var farin millum rimarnar og á tjógvið. Tíbetur hendi hetta ikki í síðstu viku, tá hjallurin var á tremur við mati til pisuveitsluna hjá dóttir míni, sigur hann.

 

- Øll kunnu gera mistøk, men tað minsta er at rudda upp eftir sær og boða frá. Bara at fara frá er undir alt lágmark, sigur hann og viðgongur, at í tí løtu hann varnaðist hetta, varð hann í øðini.

 

Í morgin ætlar hann sær at ringja til kommununa og hann vónar, at hann har kann fáa eina frágreiðing um, hvat er hent og kanska eina umbering eisini.

- Eg havi spulað og desinfiserað bæði hús, hjall og meg sjálvan, so nú er rámurin tíbetur um at hvørva, sigur Georg L. Petersen.