Fekk linan harðskapsdóm

Ein maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur tríggjar mánaða fongsulsrevsing fyri at hava sligið konuna, men tveir av mánaðunum vóru gjørdir treytaðir, tí maður og kona vóru samd um at liva víðari saman

Fyri einum mánaði síðan varð ein maður fyrst í tríatiárunum varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava sligið konu sína.
Mikudagin var malið fyri í rættinum aftur.
Maðurin hevði frammanundan tveir harskapsdómar, men tær ferðirnar var tað ikki móti konuni, hann hevði verið harðligur.
Dómurin fyri harðskapin móti konuni var tríggjar mánaða fogsulsrevsing, men eftir umstøðunum valdi dómarin at vera lagaligur.
Tey bæði vóru farin fra hvørjum øðrum, men royndu at koma saman aftur. Ein dag endaði tó galið, og hann slerdi.
Kvinnan og maðurin vóru bæði líka hørm um tilhurðin, og hon vildi fyri alt í verðini fáa viurskiftini í rættlag aftur teirra mllum. Tí noktaði hon eisini at vitna, sum hon sum hjúnarfelagi hevði rætt til at gera. Tey høvdu trý børn.
Við øllum hesum í huga avgjørd dómarin, at tveir av teimum trimum mánaðunum skuldu vera treytaðir.
Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður í ein mánað, so tá i rættarfundurin var av, var maðurin fríur maður.