Í gjár hevði in.fo grein um laksafiskimann, sum hevði fingið ein laks, ið var 114 semtimetrar langur og vigaði 28 pund.
Sagt varð, at hetta er størsti laksur, sum nakrantíð er veiddur við tráðu av frítíðarfiskimanni í Føroyum.
Í dag veit in.fo eina aðra og nýggja laksasøgu.
Hesaferð er tað ein laksur, sum varð veiddur á sjónum undir Brúnni við Streymin fyrrapartin í dag.
Hesin laksurin var ikki nær til so stórur, sum laksurin, ið in.fo umrøddi í gjár.
Og tó. Hetta var eisini ein góður fiskur, 70 sentimetrar til longdar.