Triðja afturlatna uppboðssølan á hesum sinni er avgreidd, eftir at keyparar í dag hava bjóðað upp á 600 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum.
Sølan endaði við, at P/F Enniberg við farinum Enniberg og P/F J.F.K. Trol við farinum Gadus býttu kvotuna millum sín, so at tey fingu 300 tons hvør.
Fimm boð vóru upp á kvotuna hesaferð og merkisvert er, at hægsta boðið var langt omanfyri endaliga prísin.
Hægsta boðið var nevniliga 8,31 kr./kg, meðan endaligi prísurin gjørdist 3,25 kr., kg. Ein munur á 5,05 kr./kg.
Tilsamans fekk landskassin 1,95 milliónir krónur í inntøkum av hesi uppboðssøluni.