Fekk kr. 200.000,- í endurgjaldi eftir epidural

Svenska stjórnin gevur kvinnu 200.000 svenskar krónur í endurgjaldi fyri skaða í heilsuverkinum, har ongin feilur er gjørdur.

Tað snýr seg um eina kvinnu sum fekk epidural doyving undir føðing. Eftir føðingina hevur kvinnan havt kroniska pínu og ongin viðgerð er at bjóða

Málið hevur verið uppi í sjúklingakærunevndini við tí niðurstøðu, at ongin feilur er gjørdur.

Sjúklingartyggingin hevur eisini havt málið, og her varð ikki funnið samband millum viðgerð og skaða og sostatt onki endurgjald.

Klagan varð síðani beind til stjórnina sum fyri fáum døgum síðani gjørdi úrskurð og hevur veitt 200.000 krónur í endurgjaldi til kvinnuna. Avgerðin verður sjálvandi at liggja sum grund fyri líknandi fyribrygdum.

Eg nevni hetta mál sum eitt framhald av míni grein um feilir og skaðar í sjúkrahúsverkinum í Føroyum. Tað er ikki so frægt, at vit hava eina sjúklingatrygging í Føroyum, tíansheldur møguleika fyri at klaga til Landsstýrið.

Hinvegin kenni eg meg sannførdan um, at ein stórur partur av trupulleikunum sum Dimma hesur tikið upp seinastu tíðina hava sína grund í hugburði innan sjúkrahúsverkið. Og her hugsi eg ikki bert um læknar men so sanniliga eisini um leiðslu.

Tað snýr seg heilt eikult um grundleggjandi fólkaskikk. Og her skuldi ikki verið tørvur á psykologum, men vanligari viðring fyri hvørjum øðrum. Tað verið seg starvsfólk, sjúklingar og avvarandi.

Verður hetta so styðjað við tvungnari rapportering av størri feilum, sjúklingatrygging og møguleika at leggja trupulleikan inn fyri hægri fyrisiting, so meti eg, at nógv kundi verið vunnið. Lat okkum byggja eina skipan, har vit viðurkenna, tá alt ikki hevur gingið eftir ætlan og geva sjúklingum lættari møguleika fyri endurgjaldi.