Fyrranáttina tók løgreglan fýra bilførarar, ið høvdu ov høga ferð, tá ið teir koyrdu gjøgnum Norðskálatunnilin, harav tann eini enntá misti koyrikortið.
Tí skuldi man trúð, at bilførarar vóru eitt sindur meira varnir, tá ið teir koyra gjøgnum tunnilin framyvir, men tá løgreglan í nátt aftur vóru til staðar í tunlinum við mátitólunum tóku teir aftur ein bilførara, ið hevði ov nógvan skund at sleppa í hin endan av tunlinum.
- Viðkomandi koyrdi 105 kilometrar um tíman og fekk sostatt eitt klipp í koyrikortið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.