Fekk ókeypis biltúr við løgregluni

Ein maður fekk í nátt ein drúgvan, ókeypis biltúr við løgregluni í Havn.

Løgreglan varð boðsend, tí tveir mans vóru farnir til hendurs og tá ið løgreglan kom á staðið, vildi annar maðurin ikki siga, hvussu hann æt og hvar hann búði.

Tað er at kalla tað einasta, ein hevur beinleiðis skyldu at upplýsa fyri løgregluni.

Men tá ið hann onki vildi siga, varð maðurin tikin.

Einasta varðhaldið hjá løgregluni á meginøkinum er í Klaksvík, men líkindini vóru vánalig vi kava og vindi, og løgreglan helt ikki, at tað var vert at fara so langan veg í so vánaligum líkindum.

So ístaðin varð maðurin settur á baksetrið á løgreglubilinum og hann mátti so fylgja við løgregluni runt á patrulju ymsastaðni í Havnini.

Men tá ið tveir tímar vóru farnir, fór maðurin troyttaðist og segði hvussu hann æt og, hvar hann búði og síðani varð hann koyrdur til húsar.

Annars hevur lítið fólk verið í býnum í vánaliga veðrinum í nátt og av tí sama hevur løgreglan eisini havt tað friðarligt.

Tað er framvegis nógvur vinur nógvastaðni, upp í 33 metrar um sekundið á Porkerishálsi og upp ímóti 30 og har á leið, nógva aðrastaðni í landinum.

Samstundis verður sagt frá hálku um alt landið.