Fekk kaustiska sodu í eygað á arbeiðsplássi

- Vit hava ikki tosað við viðkomandi enn, og seinni í morgun fara vit eisini at venda okkum til arbeiðsplássið, har hendingin fór fram, sigur løgreglan.

Beint eftir midnátt í nátt fekk løgreglan eina fráboðan úr miðstaðarøkinum um, at eitt arbeiðsfólk helst hevði fingið kaustiska sodu í eyguni.

 

- Sum skilst, spruttaði soda upp í andlitið, meðan arbeitt varð við reingerð, og hildið varð, at sterka vaskievnið eisini varð komi í eygað.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at viðkomandi endaði á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

 

- Vit hava ikki tosað við viðkomandi enn, og seinni í morgun fara vit eisini at venda okkum til arbeiðsplássið, har hendingin fór fram.

 

Løgreglan veit ikki at siga í løtuni, hvør orsøkin var til arbeiðsóhappið í nátt.

 

- Málið verður kannað, og møguliga kemur Arbeiðseftirlitið eisini upp í málið, visti vaktleiðarin at siga í morgun.