Fekk karantenu í 20 dystir

Tað var beint eftir fyrstudeildardysin millum Kyndil og Neistan hóskvøldið, at ein leikari hjá Kyndli gav einum neistamanni nevan í andlitið. Pápi neistaleikaran, sum sat millum áskoðararnar, leyp inn á vøllin og sló kyndlaleikaran. Bæði málini vórðu meldað til løgregluna.

 

Men nú hevur nevndin í Kyndli gjørt av at revsa kyndlaleikaran.

 

Í viðtøkunum hjá Kyndli frá 21. mai 1991 stendur í grein 2: »Ósømiligur og ljótur atburður felagnum til niðurløgu verður ikki toldur. Stjórnin sektar brot á hesa grein við karantenu upp til 3 mánaðir ella við útliman.«

 

Nevndin hevur gjørt av, at viðkomandi spælari verður útihýstur at spæla við Kyndli í 20 dystir frá í dag at rokna. Útihýsingin umfatar landskappingar- og steypakappingardystir í 1. deild, U20 og U17 og varar í tilsamans tveir mánaðir.

 

Nevndin í Kyndli hevur lagt til grund fyri avgerðini, at spælarin ongantíð hevur víst tílíkan atburð fyrr, og at spælarin er ungur og hevur framtíðina fyri sær í felagnum.

 

Kyndil harmast almikið um hendingina hóskvøldið og ta óhepnu almennu umrøðu, ið hon hevur havt við sær fyri hondbóltsspælið.

 

Nevndirnar í Kyndli og Neistanum hava havt samband sínámillum um málið, og venjararnir hava tikið stig til at fáa viðurskiftini aftur á beint millum allar spælarar á liðunum báðum.