Fekk kanska ein fugl í motorin

Tað er mangan stutt ímillum flogførini í luftini við John F. Kennedy-floghavnina uttan fyri New York, men har er eisini stórt fuglameingi.

 

Longu fáar tímar eftir flogvanlukkuna, sum kostaði meira enn 260 mannalív, fóru fólk at tosa um, at American Airlines 587 kundi vera dottið niður, tí ein fuglur var komin í annan motorin. Flogskiparar, sum eru vanir at flúgva á hesum leiðum, siga, at nógvur fuglur heldur til í vátlendinum nærhendis John F. Kennedy-floghavnini, og at hetta tí als ikki er óhugsandi.

Amerikansku myndugleikarnir hava samstundis sagt, at teir hava ongar ábendingar um, at talan var um eina yvirgangsatsókn. Ongar fráboðanir ella hóttanir vóru komnar, og frágreiðingarnar hjá eygnavitnunum í Queens, har flogfarið datt niður, benda heldur ikki á yvirgang. At flogskiparin slepti einum parti av brennievninum bendir eisini á, at hann var greiður yvir, hvat var á vási.

Vandamiklir fuglar

Millum fuglasløgini, sum halda til við John F. Kennedy-floghavnina, eru mási og likka, og flogkønir siga, at ein ella fleiri fuglar kunnu lættliga hava elvt til eina spreinging í einum av teimum stóru GE CF6-motorunum. Ein spreinging í einum so stórum motori kann fáa álavrssamar avleiðingar, serliga tá flogfarið sum í hesum førinum er á veg uppeftir, og motorarnir tí ganga við fullum snúningum. Dettur motorurin av, missir flogfarið samstundis ein part av vonginum, og tað gerst trupult hjá flogskiparanum at stýra tí.

Teir serkønu siga, at ein spreinging sum hendan hevði uttan iva eisini havt við sær, at oljutrýstskipanin fer av lagi, og at leki kemur á brennievnisskipanina.

Ein fuglur, sum kanska vigar eini tvey kilo, kann sostatt vera nóg mikið til, at sjálvt tey størstu og best útgjørdu flogførini missa flogið.

Soleiðis var eisini, tá ein fuglur kom í motorin á einum amerikanskum hernaðarflogfari við Elmendorf Air Base í Alaska tann 22. september í 1995. Tá kom eitt flogfar av slagnum AWACS í ein gásaflokk, júst sum tað var farið á flog. Í hvussu er ein gás endaði í vinstra motori, flogskiparin misti tamarhaldið á flogfarinum, sum datt niður. Øll tey 24, sum vóru umborð, doyðu.