Fekk ikki undirtøku

Karsten Hansen vildi heldur enn fegin tipt skattaholið, men hann fekk ikki politiska undirtøku fyri hesum, sigur hann

skattahol

Tað var Karsten Hansen, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá nýggja kaptialvinningskattalógin varð sett í gildi.
Og hann dylir ikki fyri, at tað so als ikki var hansara ætlan, at eitt skattahol skuldi verða misnýtt so dyggiliga, sum tað er blivið hetta seinasta góða árið.
- Stutt áðrenn eg »fekk sekkin« vóru fleiri lýsingar, har feløg hækkaðu og lækkaðu partapeningin. Eg bað tá Toll- og Skattstovuna um at kanna, hvørjar flytingar vóru á økinum, men niðurstøðuna av tí arbeiðinum kenni eg so ikki í dag, sigur hann.

Ikki undirtøku í samgonguni
Sum nevnt, so varð landsstýrismaðurin tó kunnaður um trupulleikan, áðrenn lógin varð sett í gildi, og hann er als ikki ósamdur við aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum.
- Talan var um eitt stórt lóggávukompleks, sum skuldi broytast, og júst hvussu vit kundu takla handan spurningin, varð nógv viðgjørt. Mín støða í hesum var, at vit skuldu taka alt yvir ein kamb. Undan hesum høvdu vit jú eina lóggávu, har mest sum alt varð loyvt, og tað vildu vit rætta, soleiðis at øll vórðu skattað eins.
Men tað verða tey so ikki, og sambært Karsten Hansen, so er orsøkin til hetta, at hann ikki fekk politiska uppbakning í samgonguni fyri at broyta lógina, soleiðis sum Fíggjarmálaráðið ætlaði.
- Tað er sjálvandi ikki í tráð við andan í lógini, at nøkur skulu sleppa undan skatti, men í hesum førinum má bara sigast, at tað hevur verið tingsins vilji. Tú skalt so vera púra vísur í, at tað ikki var mín vilji. Hjá øðrum verða skattareglur broyttar uttan nakra sum helst ávaring, og skalt tú samstundis hava nøkur koyrandi á fyrsta flokki í allar ævir, so er tað ikki nóg gott, er greiða staðfestingin frá fyrrverandi landsstýrismanninum.
Og tá hann tosar um tingsins vilja, so er lítið at ivast í, at Karsten Hansen her sipar til, at hann ikki hevur fingið stuðul frá samgongufeløgunum til at fremja ætlaðu broytingarnar. Broytingar, sum kanska kundu forða fyri skattafría peningastreyminum, sum hesar seinstu mánaðirnar hevur floymt niður í nakrar privatar lummar kring landið.