Fekk ikki dómin treytaðan

Ein ungur maður, sum í Føroya Rætti var dømdur tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri sølu av hassji, søkti Eystara Landsrætt um linnandi umstøður. Maðurin, sum í Føroya Rætti var dømdur fyri at hava smuglað 469 gramm av hassji til Føroya í 2008, og fyri at hava havt tilsamans 27 hassjplantur heima hjá sær sjálvum í 2010, hevði søkt Eystara Landsrætt um linnandi umstøður.

Dømdi maðurin greiddi frá, at hann siglir úti, og er umborð ein mánað og í landi ein mánað. Maðurin segði, at skuldi hann inn at sita í tríggjar mánaðar, misti hann sítt arbeiði, sum hann hevur havt seinasta hálvttriðja árið.

Ákæruvaldið mælti tó Eystara Landsrætti til at staðfesta dómin. Ákærin segði, at við tí langa »syndaregistara« við hassji, kundi tað ikki koma upp á tal at gera dómin treytaðan. Somuleiðis helt ákærin, at tríggir mánaðir var ein passandi revsing.

Verjin endurtók ynskið hjá dømda manninum og víst á, at maðurin misti arbeiðið, skuldi hann inn at sita í tríggjar mánaðir, og at eisini long tíð er gingin síðani fyrsta málið kom fyri frá 2008.

Eystari Landsrættur gjørdi tó av at staðfesta dómin í Føroya Rætti. Grundgevingin var fyrst og fremst hon, at maðurin framdi brot upp í saman við fleiri undanfarnum hassjdómum.