Fekk hornaflagg í eyga

Jann Ingi Petersen noyðist at halda frí frá fótbólti komandi tíggju dagarnar
Heimasíðan hjá Fremad Amager skrivar, at talan var um eitt heldur margháttligt óhapp á venjingarvøllinum hjá felagnum, sum førdi til, at føroyski miðvallarin nú ikki er tøkur.
Undir venjing fekk Jann Ingi onkursvegna eitt hornaflagg í eyga, og alt fyri eitt varð hann koyrdur á skaðastovuna.
Tíbetur er talan tó ikki um nakað álvarsligt mein. Sambært heimasíðuni er talan um nakað av bløðing í eyganum, men væntandi verður Jann Ingi aftur tøkur um einar 10 dagar.