Umborð á Brimli, sum um vikuskiftið lá á Fuglafirði, hendi ein arbeiðsvanlukka seinnapartin leygardagin. Menn vóru í ferð við at spola ein weir av einum spæli, tá ið tað bráddliga strammaði í, og hondin hjá einum manni lá í klemmu. Sambært vakthavandi á politistøðini í Runavík fekk maðurin ikki stóran skaða í hondina.
Skipaeftirlitið fekk fráboðan um málið og hevur longu gjørt sínar kanningar. Niðurstøðan hjá teimum er tann, at alt var í lagi umborð á Brimli, og at talan var um eitt hendiligt óhapp.
Av politistøðini í Runavík frætta vit annars, at talan hevur verið um eitt stak friðarligt vikuskifti í aðrar mátar.