Um hálvgum seks tíðina í gjár fekk MRCC-støðin fráboðan um, at ein bátur var steðgaður upp út fyri Nólsoynna og hevði tørv á hjálp.
- Bátur var steðgaður upp beint eystanfyri Stongina og rak móti landi. Tað var ikki soleiðis, at lív var í vanda, men vandi var fyri, at báturin rak á land, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Sum vanligt er, blivu boð send eftir bjargingarbátinum Rescue Lív, ið vanliga veitir slíka hjálp í Nólsoyarfirði, men áðrenn bjargingarbát kom so langt fingu teir boð um, at ein annar bátur var komin til hjálpar.
- Ein annar bátur var nærhendis og kom til hjálpar, setti ein enda á og sleipaði uppsteðgaða bátin til Havnar. So Rescue Lív fekk boð um, at tað kortini ikki var neyðugt at koma, greiðir vakthavandi frá.