Beinta Lassen í Ergo veit um fleiri børn og ung, sum eru komin í ringa støðu orsakað av sáttmálaloysinum.
Her er ein lagna:
Í farnu viku vóru avvarðandi at einari 14 ára gamlari gentu á fundi við Almannastovuni. Tey ynsktu, at gentan kundi fáa ergoterapeut heim til at venja reinføri. Gentan er lamin í báðum ørmum og beinum og kann ikki ganga uttan rollator. Hon hevur orsakað av lamni niðursettan førleika í báðum armum.
Nú gentan er vorðin tannáringur, er neyðugt, at reinføri er í lagi. Omman, sum er tann, sum vaskar henni nú, ynskti, at gentan kundi fáa venjing, so at hon kann klára reinførið sjálv.
Almannastovan hevði forstáilsi fyri trupulleikanum, men segði seg ikki kunna hjálpa, orsakað av vantandi sáttmála. Tey bjóðaðu familjuni ístaðin heimahjálp.
- Heimahjálp er sum orðið sigur ein hjálp og als eingin venjing, sum ikki hjálpir gentuni at verða sjálvhjálpin, sigur Beinta Lassen.
Hvussu leingi Heilsumálaráðið letur hesa gentu og onnur í líknandi støðu bíða eftir ergoterapi er óvist.
Fundur verður aftur í morgin millum Ergotrapeutfelagið og Heilsumálaráðið.










