Leygarnáttina fóru tveir menn til hendurs á Tinghúsvegnum við fyrrverandi bygningin hjá Telefonverkinum. Annar maðurin er sligin og sparkaður so illa, at hann hevur fingið heilaskjálvta og mátti flytast á sjúkrahúsið. Harumframt hevur hann brotið tenn og fingið smærri skaðar.
Ein maður varð handtikin beinanvegin, tá løgreglan kom á staðið, og hann er skuldsettur fyri harðskap. Menninir eru 23 og 24 ára gamlir.
Herverk og innbrot
Løgreglan hevur harumframt havt nøkur herverk og innbrot at taka sær av. Hósdagin varð brotið inn í ein bil í Havn, og nakrar matvørur eru tiknar. Fríggjadagin varð eisini brotið inn í ein bil, og stereoanleggið er tikið úr bilinum.
Á Gomlurætt hevur onkur verið inni í lítlu húsunum, ið standa á ferjuleguni. Herverk er framt á vesunum í húsunum.