Fekk harðari revsing fyri neyðtøku

Hann er dømdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur

Ein 26 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur – aðra í desembur 2018 og hina í novembur 2019. Harumframt var maðurin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti tí einu kvinnuni í einari aðrari hending fyrr um dagin sum neyðtøkan fór fram.


Maðurin, sum noktaði seg sekan, bleiv í Føroya Rætti dømdur eitt ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. 

 

Men málið var skotið inn fyri Landsrlttin og har varð revsingin herd. Sostatt varð maðurin dømdur at sita í tvey ár, og tað var eisini kravið hjá ákæruvaldinum.


Í metingini av revsingini legði Eystari Landsrættur dent á, at talan var um neyðtøkur, sum vóru framdar við harðskapi. Neyðtøkurnar vóru framdar, áðrenn revsingin fyri neyðtøku varð hækkað í juni 2022, og revsingin er tí eftir teimum gomlu reglunum.