Fekk harðari revsing fyri neyðtøku

 

Revsingin varð herd í Landsrættinum

Landsrætturin hevur nú dæmt ein 27 ára gamlan mann at sita í fongsli í átta mánaðir fyri at hava neyðtikið eina javngamla kvinnu.  Í Føroya Rætti fekk maðurin seks mánaða fongsulsrevsing og sostatt herdi landsrætturin revsingina. Maðurin er skuldsettur at hava neyðtikið kvinnuna, sum hann var í parlagi við, ímeðan hon lá og svav.

 

Í Danmark eru revsingarnar fyri kynslig brotsverk herdar og í  hesum sambandi skuldi landsrætturin eisini taka støðu til, um herðingarnar somuleiðis skuldu verða galdandi í Føroyum. Men niðurstøðan er, at fyrrenn ein greið fráboðan kemur frá politisku myndugleikunum um tað, eru herðingarnar ikki galdandi fyri Føroyar. 

 

Michael Boolsen, fúti, sigur í tíðindaskrivi, at sum umstøðurnar eru, er hann vælnøgdur við dómin tí hann er eitt greiður boðskapur um, at samfelagið góðtekur ikki slík, markbrótandi, brotsverk. Hann vónar eisini, at hetta fær fólk at hugsa seg um eina ferð afturat, áðrenn tey fremja slík brotsverk, tí hetta er tíverri ikki eindømi.