Forsetin í grikska felagnum, PAOK, hann eitur Ivan Savvidis, fór avstað við nógvum yvirskriftum kring heimin, tá ið hann fyrr í hesum mánaðinum rann á vøllin við einum pistóli uppi á sær í einari spentari støðu í dysti ímóti AEK Athen.
Tað var í dystinum tann 11. mars ímillum feløgini bæði, at dómarin í evstu løtu kolldømdi eitt mál, sum PAOK gjarna vildi hava, og PAOK-forsetin, 59 ára gamli Ivan Savvidis, rann á vøllin at vísa sína misnøgd.
Nærum alt fyri eitt varð greitt, at hann hevði ein pistól uppi á sær. Hann legði hondina á hann og sýndi hóttandi atburð áðrenn hann varð førdur av vøllinum. Síðan tá hevur eingin dystir verið spældur í griksku deildini.
Hetta vikuskiftið byrjar fótbólturin í Grikkalandi aftur, og tað er tí at Ivan Savvidis nú hevur fingið sína revsing. Hann skal halda seg burt frá fótbólti í trý ár, og harumframt tapir PAOK nevnda dyst, missir trý stig og fær eina bót.










