Fekk gott úrslit í Brasil

Karina Ottosen var ímillum 10 tær fremstu í stórum Ironman í Brasil.

Føroyski triathleturin, Karina Ottosen, luttók í gjár í Ironman South American Championship Brazil, sum var í brasilska býnum Florianópolis.


Karina kom á mál við tíðini 9:44:17, og tað rakk til eitt 9. pláss í kappingini. Tilsamans 1845 thriatletar, menn og kvinnur, vóru við.


Vinnari gjørdist Elizabeth Lyles úr USA við tíðini 8:54:10. Eitt Ironman er at svimja 2860 metrar, súkkla 180,25 kilometrar og at enda renna eitt marathon, tvs. 42,2 kilometrar.