Fekk góðar hendur í vøggugávu

Kaj Christiansen í Havn er 86 ára gamal og hevur júst smíðað sær nýtt vakstrarhús

Í húsum sínum á Tinghúsvegnum í Havn hevur Kaj Christiansen sín verk­stað í kjallaranum.
Tveir menn eru komnir inn á gólvið, tí Kaj Christiansen skal smíðað nakrar krakkar.
Tað ger hann gjarna.
– Eg arbeiði at kalla hvønn dag, men nú er tað mest fyrrapartin, sigur Kaj Christiansen.
Hann er 86 ára gamal og hevur altíð nóg mikið at fáast við.
Hvønn morgun gongur hann sær ein langan túr, og heimafturkomin
fer hann beint niður í kjallaran at arbeiða. Góðveðursdagar velur hann tó heldur at fara í urtagarðin. Planturnar draga, og so er tað gott fyri likamið at grava, bukka seg og so víðari, heldur hann.
Uppgávurnar tróta ikki, tí eingin sum hann dugir at dreyga. Eingin hevur heldur líka góð amboð at dreyga
við.
Nýggjasta verk hansara er eitt vakstrarhús, sum hann hevur smíðað í heyst.
Hann hevði áður eitt vakstrarhús, sum stóð niðan fyri húsini í 40 ár, men fyri nøkrum árum síðan noyddist hann at taka tað niður, tí tað var í so ringum standi.
Kaj Christiansen hevur havt stóran alsk til vøkstur og hevur ein vakran urtagarð, og í vakstrarhúsinum plagdi hann eisini at hava grønmeti. Hann og konan Kristianna fingu alt at vaksa, víndrúur, piparfruktir, tomatir, agurkur, gularøtur og mangt annað.

Smíðaði húsið sjálvur
Synirnir vistu, at hann saknaði vakstrar­húsið, og teir mæltu honum til at smíða sær eitt nýtt. Synirnir og ein abbasonur átóku sær at stoypa grundina.
Tá ið grundin varð stoypt, fór hann undir at smíða húsið, sum nú er lið­ugt. Hetta arbeiðið hevur hann gjørt í heyst.
Nú fer hann at fáa sær hendur á rossa­tøðum, tí umframt grønmeti ætlar hann at hava rósur.
Kaj Christiansen hevur einki greitt svar til spurningin, hvør uppskriftin er uppá at koma so høgt upp í árini og at vera so væl fyri sum hann.
– Eg veit ikki, í sínari tíð roykti eg illa, og eg havi heldur ikki spýtt í glasið, sig­ur hann.

Rørsla og ljóst lyndi
Men tað man hava gjørt sítt, at hann altíð hevur rørt seg nógv og havt eitt av­bera ljóst lyndi. Tað hevur hann fram­vegis.
Lívið byrjaði annars ikki so væl, tí sum ellivu ára gamal fekk hann tuberklar, og smittuna hevði hann í næstan fýra ár. Tá var hann innlagdur á Sana­toriinum, men eisini tað hevur hann okkurt positivt at siga um. Har varð hann væl gøddur og fekk tí gott í beinið. Tað var eisini har, hann lærdi at busta tenn, sum ikki var so vanligt tá, og úrs­litið er, at hann framvegis hevur næstan allar tenninar í høvdinum.
Skúlan hevur hann einki gott at siga um.
– Men í staðin var eg føddur við góð­um hondum, og tað havi eg verið feg­in um, sigur Kaj Christiansen.

Gongur nógv
Gongutúrarnir um morgunin eru vorðn­ir eitt sindur stytri, eftir hann fyri nøkr­um árum síðan fekk skurðviðgerð fyri hjarta. Fyrr gekk hann mest einsa­mallur, og tað var best, tí hann steðg­aði altíð á, tá ið hann sá onkran áhuga­verd­an vøkstur. Nú fylgist hann ofta við einum vinmanni.
– Tað er so hugnaligt at hava onkran at práta við. Ofta ganga vit gjøgnum viðar­lundina, og har plaga vit at hitta tvær nunnur og dunnupassaran, sum vit eisini tosa við.
Lívsglaði Kaj Christiansen, Kaj hjá Klokkaranum, tekur saman um.
– Eg havi verið heppin í mínum lívi, og eg havi havt eitt ríkt og fjøl­broytt lív.