Uttan stórvegis orðaskifti hevur franska tjóðartingið samtykt at hækka lønina hjá Nicolas Sarkozy, forseta 172 prosent, skrivar blaðið Le Monde. Ein av grindgevingunum var, at forsetin eigur at fáa á leið somu løn sum forsætisráðharrin. Eftir hækkingina fær Sarkozy 240.000 evrur ella 1,8 mió. krónur í løn um árið. Herumframt rindar tað almenna at kalla allar útreiðslur, ið standast av forsetaembætinum.
LesarabrøvLesarabrøv










